Bismarin

Bismarin

Kringvarp Føroya

Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, [email protected], og Jóhann Mortensen, [email protected]

This podcast does not have episodes

Disclaimer: The podcast and artwork embedded on this page are from Kringvarp Føroya, which is the property of its owner and not affiliated with or endorsed by Podcastly.

Reviews

No reviews, be the first one who review it!
Write your review

Related Podcasts

Við Tórði á túri
Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Andaktin
Andaktin
Hvørt sunnukvøld klokkan 19:50 senda vit andakt í sjónvarpinum. Tað er ymsu samkomurnar í Føroyum, sum skriva og lesa sjónvarpsandaktirnar. Prestar í fólkakirkjuni skriva og lesa andaktirnar, tá høgtíðir eru. Mynd: Michael Morse
Summarmorgun
Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Tilvera
Tilvera
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
Sjónarhornið
Sjónarhornið
Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, [email protected], og Grækaris Djurhuus Magnussen, [email protected]
Vitan
Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Barnaútvarpið
Barnaútvarpið
Kringvarpið sendir hvønn morgun søgur, reportasjur, ljóðmyndir og mangt annað til yngstu lurtararnar. Á odda fyri hesum standa Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen. Barnaútvarpið hevur av og á temavikur, har farið verður í dýpdina við ymiskum evnum, til dømis happing og forelskilsi. Harafturat hevur sendingin eisini fastar tættir til dømis Lova mær við, har vertirnir biðja børnini lova sær við at uppliva eitthvørt. Millum annað hava vertirnir verið við børnum, sum hava fingið hol í oyruni, staðið á vatnskí, spælt Barbie og so framvegis. Søgan Útvarpið hevur altíð havt barnasendingar. Longu í tíðini hjá føroyska útvarpinum úr Keypmannahavn í fimmtiárunum varð dentur lagdur á eisini at røkka børnini á føroyskum máli, og hendan kós varð hildin, tá Útvarp Føroya fór undir sínar sendingar í 1957. Vanliga vóru barnasendingarnar eina ferð um vikuna. Innihaldið í teimum vóru søgur, samrøður, brøv, sangur og leikur. Aðrar sendingar í útvarpinum hava verið komandi og farandi. Í barnasendingunum hevur ongantíð verið steðgur. Við árunum hava barnasendingarnar verið mentar í innihaldi og vavi. Nú í nógv ár hevur útvarpið havt barnasendingar hvønn dag í árinum, og hetta verður eins og áður hildið at hava stóran týdning fyri eitt nú samleikakensluna hjá børnunum í Føroyum.
Stakar sendingar - sjónvarp
Stakar sendingar - sjónvarp
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
Also
Also
Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í. Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað. Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt! Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Speki
Speki
Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010. Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum. Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan Sendilongd: 20 min. Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, [email protected] Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, [email protected]

Podcastly – the best platform for podcasters and podcast lovers. More than 10 millions of audio content that available on Android/iOS/Web/Desktop and Telegram.