Matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið, vælkomin!Í vetur sendir Kringvarpið Spískamarið, ið er spildurnýggj matsending við Gutta Winther, sum er kokkur og vertur. Spískamarið leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum eru í okkara oyggjum.Sí eisini: Uppskriftir: Spískamarið í SaksunSaman við Gutta uppliva vit umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur, samstundis sum Gutti gevur hyggjaranum nýggjan íblástur til, hvussu tað á ein einfaldan hátt kann fáast nakað øðrvísi burtur úr føroyskum mati.Hesa ferð gongur leiðin til Saksunar, har Gutti vitjar Pollin og fær sær góðan føroyskan krækling. Eisini spælir Gutti sær við ymiskum urtum, eitt nú verður snapsur við søtum urtakervli og hvonn evnaður til.Lagt til rættis: Pætur Marjunarson Dahl.
Отзывы