
Savnssending Spískamarið leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum okkara 18 oyggjar hava at bjóða. Saman við Gutta Winther ferðast vit kring Føroyar og uppliva umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur. Í føgru føroysku náttúruni og í býlingum av tí gamla slagnum, matgerð Gutti siðbundnan føroyskan mat á ein øðrvísi, einfaldan og spennandi hátt. Matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið, vælkomin! Spískamarið á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Disclaimer: The podcast and artwork embedded on this page are from Kringvarp Føroya, which is the property of its owner and not affiliated with or endorsed by Podcastly.









